Minst trý fólk eru deyð, eftir at eldur kom í kom í eitt 36 hæddir høgt hús í Honolulu á Hawaii.
Tað upplýsir David Jenkins, sum er sløkkiliðsstjóri í Honululu.
Umleið 100 sløkkiliðsfólk stríðast í nátt ímóti logunum í bygninginum, sum liggur í útjaðaranum av einum av gitnu oyggjunum í amerikanska oyggjabólkinum, í býnum Waikiki.
Háhúsið hevur 568 íbúðir. Sambært David Jenkins hava minst 12 fólk havt tørv á læknahjálp, og talið av deyðum kann økjast.
Sløkkiliðsfólk ganga frá hurð til hurð, og tað er óvist, um fólk framvegis eru inni í húsinum.
/ritzau/AP