Eldur í garnaskipinum Thor

Brimil hevur í nátt sleipað garnaskipið Thor á Havnina

Í nátt kom Brimil á Havnina við garnaskipinum Thor.

 

Í gjárkvøldi fekk MRCC Tórshavn boð um at eldur hevði verið í maskinrúminum á Thor, manningin hevið útloyst CO2 skipanina og stongt alla ventilatión, Teir mettu at eldurin var slóktur, men teir høvdu ongan streym, og fingu ikki siglt.

 

Kl 01.30 kom Brimil til Thor umleið 40 fj norðeystur úr Fugloynni. Brimil sleipaði Thor á Havnina.

 

Ikki er greitt enn hvussu stóran skaða eldurin hevur gjørt í maskinrúminum á Thor.