Í morgun hevur eldur verið í einum persónbili í Klaksvík.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn veit at siga, at tey fingu fráboðanina um 08.30-tíðina í morgun.
- Roynt varð fyrst at sløkka við eldsløkkjara, men tá tað ikki var nóg mikið, kom átaksleiðari og sløkkilið á staðið.
Løgreglan veit ikki, hví eldur kom í bilin, men sagt verður, at vandi var ikki við øðrum bilum ella bygningum um hesar leiðir.
- Her var eingin persónsskaði, men vit vita ikki í løtuni at siga, hvussu stórur skaðin á bilin er, leggur vaktleiðarin aftrat.











