Tað var um 12.30 tíðina í gjár, at boð vóru eftir sløkkiliðnum í Havn, tí nógvur roykur kom úr einum bili í Steinatúni í Havn. Vaktleiðarin á politistøðini í Havn sigur, at tað var ein kona, sum tosaði enskt, sum boðaði frá eldinum. Men tá sløkkiliðið kom á staðið, so vísti tað seg, at har var ikki so nógvur roykur meira, men ein ein rámur luktur av koblingssliti.
– Helst hava tað verið samskiftistrupulleikar sum elvdu til, at alt apparatið varð sent avstað, tí talana var bara um eina slitna kobling, sigur vaktleiðarin.
Um 10 tíðina í gjár var løgreglan eisini úti eftir einum persóni, sum ikki varð møttur í Fútarættinum, soleiðis sum hann hevði fingið boð um.