Eldur, hiti og roykur fyri einar 10 mió. kr.

Olaf Olsen sigur, at sjálvur eldurin at síggja til mest sum bara var í tí eina kamarinum, men hiti, roykur og sót hava oyðilagt tað mesta av apeteringini  og helst eisini øll tólini á brúnni. - Øll kømrini í stýriborði, sum eru seks í tali, mugu gerast umaftur, og hiti og roykur hava eisini gjørt stóran skaða á hini kømrini eins og á gallu og messu, sigur hann

Eldur

Um hálvum ellivu tíðina týsmorgunin kom eldur í eitt kamar umborð á ísfiskatrolaranum, Stelki, sum P/F Beta í Saltangará eigur.
Systurskipini, Stelkur og Bakur, sum partrola, vóru júst komnir aftur av túri, full undir lúkurnar av fiski og við nakað av leysum fiski aftrat.
Olaf Olsen á Beta sigur, at hann var staddur á bryggjuni, tá ið teir varnaðust, at okkurt var áfatt umborð.

"Nakin" stýrimaður
- Eg sá, at stýrimaðurin kom í land, nakin um yvirbelti, skóleysur og bara í buksum. Hann hevði staðið undir brúsuni, tá ið roykávarðingin fór at ýla. Stýrimaðurin, sum sjálvur hevði aftasta kamar í bakborði, helt, at eldur var í fremsta kamarinum í stýriborði, og tað vísti seg at vera rætt, tá ið saman um kom.
Olaf sigur, at Skálafjarðar Sløkkilið var á staðnum eftir umleið 10 minuttum, men tað var torført at staðfesta, hvar eldurin var.
- Tú heldur altíð, at tað gongur seint, tá ið slíkt er ófatt, men tað var ógvuliga torført hjá sløkkiliðsmonnunum at finna út av, hvar eldurin var. Tað var nógvur og eitrandi roykur, og tí var eisini ógvuliga torført hjá roykkavarunum at koma framat.
Hann sigur, at tað var harmiligt at síggja, hvussu tað, sum í byrjanini ikki sá út til at hava so nógv upp á seg, seinni vísti seg at gerast ein so stórur skaði.
- Ja, hetta var herviligt, nú tað hevur gingið so ómetaliga væl at fiska, at tað skuldi taka so langa tíð, áðrenn sløkkiliðini fingu bilbukt við eldinum.
Skálafjarðar Sløkkilið boðsendi eisini sløkkiliðnum á Skála, men tað mundi taka tað mesta av hálvum øðrum tíma, áðrenn staðfestast kundi, at eldurin var sløktur.

Øll apeteringin
Olaf sigur, at sjálvur eldurin at síggja til mest sum bara var í tí eina kamarinum, men hiti, roykur og sót hava oyðilagt tað mesta av apeteringini  og helst eisini tólini á brúnni.
- Øll kømrini í stýriborði, sum eru seks í tali, mugu gerast umaftur, og hiti og roykur hava eisini gjørt stóran skaða á hini kømrini eins og á gallu og messu.
Hann sigur, at roykur og sót eru
oyðileggjandi fyri tólini, tí feitt er í sótini.
Stelkur er sleipaður yvir á Skála í morgun, og nú verður ruddað umborð, soleiðis at betur kann síggjast, hvussu vorðið er.
Olaf Olsen sigur, at nýgerð, umvælingar og keyp av nýggjari útgerð til brúnna saktanst kunnu koma at kosta einar 10 miljónir krónur, og haraftrat er væntandi, at skipið kemur at liggja einar tríggjar mánaðir í bestu fiskitíð, áðrenn klárt verður at fara til fiskiskap aftur.
- Men hetta eru bara gitingar, tí í løtuni er ógjørligt at siga, hvussu vorðið er, leggur hann aftrat.
Olaf sigur, at longu nú hava fleiri boðið sær til at umvæla skipið.
- Neyðugt er ikki at taka skipið upp á beding fyri at gera umvælingararbeiði, og tí hava fleiri smiður ella verkstøð møguleikan at bjóða upp á arbeiðið, sum væntandi verður boðið út, sigur hann.

Orsøkin ókend
Spurdur, hvør orsøkin er til eldin umborð á Stelki, sigur Olaf, at hesum er ikki full greiða fingin á enn.
- Tryggingin, skipasýnið og løgreglan hava verið umborð á skipinum, og nú tað liggur á Skála í morgun, hava partarnir aftur verið umborð.
Hann heldur, at ein møguleiki er, at eldur er komin í bjálvingina  og um so er, verður neyðugt at kanna eftir, hvussu vorðið er umborð á systurtskipinum eisini, so hetta ikki endurtekur seg.
- Hetta er avgjørt ein møguleiki, men áðrenn kanningarnar eru lidnar, kann einki ítøkiligt sigast um orsøkina, sigur Olaf Olsen.