Eldur í handilshúsi í Qatar

19 fólk doyðu í dag, tá eldur kom í eini nútímans handilshús í Doha, sum er høvuðsstaður í Qatar. Arabiska sjónvarpið al-Jazeera sigur frá innanríkisráðnum, at 13 av teimum 19 deyðu eru børn, og at øll eru útlendingar.

Spanska uttanríkisráðið sigur, at fýra spanskir ríkisborgarar eru millum teirra, sum doyðu í eldinum. Aðrar keldur siga, at tey deyðu eru úr Spania, Japan, Filipsoyggjunum, Benin og ymsum arabiskum londum.

Qatar er eitt lítið, men sera ríkt land, sum fær ovurstórar inntøkur av olju og gassi, og har arbeiða nógvir útlendingar.