Sløkkiliðið kom skjótt á staðið og gjørdi og fekk tamarhald á eldinum.Boðini um eldin komu frá fólki í grannalagnum, ið varðnaðust eldin. Av løgreglustøðini í Havn verður sagt, at eldur var komin í við ein kaminu ella ein brenniovn, har kynt var upp. Smávegis skaði var komin rundan um kaminuna, men eldurin varð sløktur skjótt eftir. Eingin fólkaskaðið stóðst av eldinum.