Polititíðindi
Sunnumorgum klokkan 07.20 var boðað frá eldi í einum sethúsum á Heygum í Vestmanna. Eldurin sást ongantíð uttan, og eingin vandi var fyri grannahúsunum. Tó var talan um minuttir, áðrenn støðan kundi verið sera hættislig, metir sýslumaðurin í Vestmanna, Ivan Klein Olsen.
Ein kvinna var inni, tá eldur kom í. Hon var ikki í lívsvanda, men er sera skelkað.
? Eg vaknaði við ein brest og fór út, greiðir hon frá. Her hitti hon nakrar ungar menn, ið vóru á veg heim frá Varmakeldu, tá teir sóu, at roykur stóð úr tekjuni á húsunum, og teir boðaðu síðan frá eldinum.
Tað gekk skjótt at sløkkja eldin, og 50 minuttir eftir var hann bastur. Av tí at eldurin var hildin at vera ógvusligari, enn hann var, komu bæði sløkkiliðini úr Vestmanna og Kvívík á staðið, greiður Ivan Klein Olsen frá. Hann heldur orsøkina til eldin vera ein kortslutning, av tí at eldurin er komin í tætt við eina kommodu við ljósi í, sum stóð í gongini. Gongin er sera illa brend, og stórur roykskaði er staðin av eldinum.










