Eldur í háhúsum

Eldur kom í kvøld í eini háhús í amerikanska stórbýnum Chicago. Løgreglan í Chicago sigur, at í minsta lagi eitt fólk hevur fingið skaða í eldinum, og at fleiri eru send á sjúkrahús til kanningar.

Heller International Building er í 45 hæddum, og sum skilst kyknaði eldurin í teirri næstovastu ella teirri ovastu hæddini.

Bygningurin er 180 metrar høgur og verður at kalla bara brúktur til vinnulig endamál.