Eldur í fongsli kravt 357 mannalív

Næstan helmingurin av fangunum doyðu, tá eldur kom í eitt fongsul í miðamerikanska landinum Honduras í gjár. Myndugleikarnir siga, at meiri enn 800 fangar vóru inni í fongslinum, tá elduriun kyknaði, at at 357 teirra eru funnir deyðir.

Fongslið er í býnum Comayagua. Eygnavitni hava greitt frá, at fleiri fangar sluppu út við at bróta hol á takið fyri at sleppa undan eldinum, og at nakrir teirra nýttu høvið at flýggja. Eygnavitni hava eisini greitt frá, at tey hoyrdu skot inni í fongslinum, áðrenn eldurin kyknaði, men myndugleikarnir avsanna gitingar um, at talan var um fangauppreistur.

Nógv fongsul í Miðamerika eru í vánaligum standi, og vanliga eru alt ov nógvir fangar í teimum. Fyri átta árum síðani var eldur í einum øðrum fongsli í Honduras, og ta ferðina doyðu 107 fangar.