Eldur í fleiri donskum skúlum

Ófriðurin og herverkini í donsku gøtunum og býunum hava hildið á í eina heila viku, og sambært donskum fjølmiðlum er talan um tilsamans 185 ásettar eldar Ófriðurin í Danmark helt fram síðstu nátt, og hetta var sjeynda døgnið á rað við umfatandi og vandamiklum herverki, sum ungdómur er atvoldin til.

Síðstu nátt stóð Tingbjerg skúlin í Keypmannahavn í ljósum loða, og greitt er, at hann er illa farin av herviligum eldi.

Tingbjerg skúlin er hin fimti, sum hevur verið fyri eldáseting í Danmark seinasta samdøgnið.

Í gjárkvøldið royndu ungdómar at seta eld á skúlar í Hundige, Helsingør, Kalundborg og Odense, skrivar Politiken. Eldarnir vórðu sæddir lutfalsliga skjótt, og tí fingu hesir skúlar bara smærri skaðar.

Royndirnar at seta eld á skúlarnar, byrjaðu hósdagin í vikuni.

Værebro skúlin í Bagsværd hevur fingið umfatandi skaðar av eldi.

Ófriðurin og herverkini í donsku gøtunum og býunum hava hildið á í eina heila viku, og sambært donskum fjølmiðlum er talan um tilsamans 185 ásettar eldar.

Dagbladet.no hevur eisini verið í Keypmannahavn og fylgt gongdini, og har hevur netavísin merkt aggressiva stemningin, sum er. Fólk hjá norsku tíðindatænastuni upplivdu eisini, at fløskur vórðu tveittar ímóti teimum.

- Danskir fjølmiðlar arbeiða ikki í ávísum pørtum av býnum uttan saman við lívverjum, skrivar dagbladet.no

Aftanfyri ófriðin standa ungdómar heilt niður í 12 ára aldur, harav tey flestu hava bakgrund sum innflytarar.

Eingin hevur greiða meining um, hvat ítøkiliga liggur aftanfyri ófriðin, men fleiri halda, at Muhammed-tekningarnar, sum donsku bløðini aftur hava prentað, eiga sín lut í hesum, tó ikki einsamallar.