Eldur festi í navrarnar

ELDUR: Seinnapartin mikudagin kom eldur í tekjuna í húsunum á Tinghúsvegi 4 í Havn

 

Handverkarar vóru í ferð við at skifta tak og brendu tjørupapp á nýggja tróðrið, tá eldur kom í millum skins og hold.

Sløkkiliðið varð boðsent, men tað gekst heldur trupult at basa eldinum, sum breiddi seg undir nýggja tróðrinum.

Talan er um gomul hús, sum Anton Degn, skjalavørður í sínari tíð átti. Húsini hava havt flagtekju, og tískil vórðu tey takt við nævur, sum fyrr varð nýtt undir flagnum.

Eldurin festi í nævrarnar, og tí var hann heldur trupul at basa, sigur Petur Seloy, sløkkiliðsmeistari.

Vakthavandi á politistøðini í Havn sigur, at húsini fingu kortini ikki stóran skaði, hóast partur av tróðrinum fórst. Nakað av vatn- og roykskaða var eisini.

Petur Seloy sigur, at teir nýliga hava fingið framkomna útgerð, sum teir í hesum føri settu inn í íbúðina til tess at taka sum mest av roykluktinum.