Eldur í fóðurflaka

Fyrrapartin reyk illa úr einum fóðurflaka á Árnafirði. Roykkavarar fingu sløkt, áðrenn størri skaði hendi Tað var umleið klokkan hálvgum ellivu í dag, at boð vórðu eftir sløkkiliðnum í Klaksvík.

Nógvur roykur stóð frá einum fóðurflaka, sum lá á Árnafjarðarvík.

Sløkkiliðið fekk skjótt skalkað alt til, og so komu roykkavarar til og fingu sløkt.

Finn Hansen, sløkkiliðsleiðari í Klaksvík veit ikki, hvussu stórur skaðin er, men har er í hvussu er nakað av roykskaða