Henda myndin, sum Reuters eigur, er frá einum øðrum álopi á eina russiska oljugoymslu. Nú stendur aftur ein russisk oljugoymsla í ljósum loga, vita útlendskir tíðindamiðlar at siga í nátt

Eldur er í russiskari oljugoymslu

Ukraina hevur ikki gjørt viðmerkingar til álopið, sum hugsandi hevur elvt til eldin í oljugoymsluni.

Henda myndin, sum Reuters eigur, er frá einum øðrum álopi á eina russiska oljugoymslu. Nú stendur aftur ein russisk oljugoymsla í ljósum loga, vita útlendskir tíðindamiðlar at siga í nátt

Eldur er í fleiri oljutangum á Glubokinskaja-oljugoymsluni í russisku Rostov-regiónini.

 

Tað vistu fleri russiskar Telegram-rásir at siga í nátt.

 

Guvernørurin í regiónini, Vasilij Golubev, sigur á Telegram, at fýra ukrainskar dronur eru skotnar niður í økinum, men hann sigur einki um álopið á oljugoymsluna.

 

Telegram-rásin Baza, sum hon verður rópt og sum virkar tætt knýtt av russisku trygdartænastuni, skrivar, at eldur er í trimum oljutangum.

 

Rásin veit at siga, at eldur kom í, tá tvær dronur duttu niður yvir oljugoymsluna. Ukraina hevur ikki gjørt viðmerkingar til álopið, sum hugsandi hevur elvt til eldin.

 

Hetta visti tíðindastovan NTB at siga í nátt.

 

 

 

 

 

Henda myndin, sum Reuters eigur, er frá einum øðrum álopi á eina russiska oljugoymslu. Nú stendur aftur ein russisk oljugoymsla í ljósum loga, vita útlendskir tíðindamiðlar at siga í nátt