Eldsbrunarnir, sum byrjaðu á Nørrebro í Keypmannahavn fyrst í vikuni, breiða seg um landið. Síðstu nátt logaði í Keypmannahavn, Gladsaxe, Bagsværd, Kokkedal, Ishøj, Nivå, Greve, Farum, Slagelse, Ringsted og í Århus. Í flestu støðum settu ungfólk elda á ruskbingjur og annað, men nógvastaðni fóru fleiri bilar upp í royk. Í Bagsværd kom eldur í ein skúla, og løgreglan ivast ikki í, at hann var ásettur. Seks ungfólk vórðu tikin.