Eldur í Bilrøkt

Eldur kom í ein bil, og nógvur roykur úr verkstaðnum í Havn

Tað er eldur í Bilrøkt í løtuni, og har er nógvur roykur beint nú. Løgreglan hevur ikki tíð at gera viðmerkingar til eldsbrunan, tí tey hava alt ov nógv at gera, men in.fo er á staðnum.

 

Sum vit skilja, kom eldur í ein bil inni í verkstaðnum. Fólk vórðu biðin um at renna út, og roykur kom upp gjøgnum gólvlistarnar. Øll eru úti, og eingin mannskaði er.

 


Sløkkiliðið er á staðnum, og in.fo fylgir málinum. Meira um eina løtu.