Eldur í bili á Kaldbaksvegnum

Um fýratíðina seinnapartn í gjár kom eldur í ein persónsbil á Kaldbaksvegnum. Førarin var einsamallur í bilinum, og hann slapp sjálvur úr bilinum í øllum á góðum.

Ein løgreglubilur, ið var á veg til Havnar, kom framvið og boðaði sløkkiliðnum frá. Tá ið eldurin var sløktur, varð bilurin fluttur til Akstovuna, har kannað verður nærri, hví eldur kom í bilin.