Eldur í barnaheiminum hjá Ann

Ein bygningur fór illa, men tíbetur hendi børnunum einki

Sunnumorgunin fekk løgreglan í Uummannaq í Grønlandi fráboðan um, at tað var eldur í einum bygningi, sum hoyrir til barnaheimið í býnum.

Hetta er barnaheimið, sum Ann Andreassen, ættað úr Klaksvík, í mong ár hevur verið og framvegis er leiðari í. Barnaarbeiðið hjá Ann hevur fleiri ferðir verið umrøtt fyri góða arbeiðið, sum Ann og hennara starvsfólk gera, og Ann var fyri nøkrum árum síðani í Føroyum og vísti film, ið var gjørdur um arbeiðið, sum tey gera.

 

Ein bygningur, sum verður nýttur í sambandi við útslúsing av børnum, ið áður hava búð á heiminum, fórst illa í eldinum.

Nógv vatn varð brúkt at sløkkja við. So mikið nógv at einki vatn var eftir í býnum. Ikki fyrr enn eftir midnátt sunnukvøldið fekk sløkkiliðið bilbukt við eldin.

 

-Børnini hava tað gott. Tey vóru rólig, og tey vórðu fevnd at vaksnum, sum høvdu tak á tí. So børnini hava tað gott, segði Ann Andreassen, sambært sermitsiaq.ag við grønlendska útvarpið KNR.

-Vit kendu okkum væl. Og tí bar tað til hjá okkum at taka okkum av børnunum, tí vit sóu alla tíðina, hvussu væl arbeiðið gekk hjá løgregluni og sløkkiliðnum. Tey løgdu nógv fyri í royndini at sløkkja eldin, sigur Ann Andreasen.

Løgreglan kannar nú, hví eldurin kyknaði.