Fyri løtu síðani varnaðust tey, at eldur var kyknaður í goymsluni á Bonus í Hoyvík.
Tríggir sløkkiliðsbilar eru komnir á staðið, umframt ein sjúkrabilur.
Les eisini: Eldur í Bónus í Hoyvík
Tá ið tey varnaðust eldrin, fingu tey alt fyri eitt alt fólkið út, so tað er greitt, at ongin er inni í bygninginum, og sostatt fór sjúkrabilurin avstað aftur.
Sløkkiliðsmenn eru farnir inn í bygningin og har eru teir enn. Tað sæst ongin eldur beint nú, men tað rýkur framvegis, siga fólk, vit hava á staðnum.