Eldur kom í ein býbuss í Havn umleið klokkan sjey hósmorgunin. Bussurin koyrdi út eftir Velbastaðvegnum á veg út á Norðasta Horn, tá eldur kom í.
Ein hýruvognsførari, ið koyrdi aftanfyri varnaðist, at bæði eldur og roykur kom undan bussinum, og fekk boðað bussføraranum frá. Men tá hevði hann helst varnast nógva roykin.
Tómur bussur
Eingi ferðafólk vóru við bussinum á veg út á Norðasta Horn hósmorgunin, og hendingin spældi væl av.
Men ilt er at meta um, hvat kundi hent, um bussurin var fullur av ferðafólki í morgunferðsluni í miðbýnum í Havn.
Enn er ikki greitt, hvør orsøkin var til at eldur kom í bussin. Tað skulu kanningar hjá Bileftirlitinum vísa.
Gamal bussur
Bussurin, ið eldur kom í hósmorgunin, er rættuliga gamal. Mouritsens Bussar, ið eigur bussin, hevur ikki hug at upplýsa aldurin á honum, men sum Sosialurin skilir, er bussurin væl eldri enn tey 12 árini, ið ein bussur í mesta lagi má vera sambært útbjóðingartilfarinum.
Sjúrður Olsen, formaður í Teknisku nevnd hjá Tórshavnar Kommunu, sigur at býráðið í fjør summar gjørdi eina avtalu við Mouritsens Bussar, ið gevur teimum loyvi til at nýta henda gamla bussin, til ein nýggjur kemur.
Tá fyritøkan vann útbjóðingina av Bussleiðini var ein av treytunum, at hon skuldi yvirtaka verandi býbussar. Men tann eini av bussunum, ein nýggjur Scania, riggaði sera illa, og tí varð hesin sendur av aftur landinum, meðan ein annar varð bílagdur.
Sjúrður Olsen greiðir frá, at Tórshavnar Kommuna í fjør summar fekk at vita, at nýggi bussurin kundi latast um heystið. Og til hesin kom valdi kommunan at loyva Mouritsens Bussum at nýta gamla bussin.
Sjúrður Olsen sigur, at sum hann hevur skilt tað, so kemur nýggi býbussurin síðst í hesum mánaðinum.