Eldsbrunin ikki uppkláraður

Løgreglan veit ikki, hvussu heilsustøðan hjá manninum, sum brendi seg í eldsbrunanum í Klaksvík, er.

Løgreglan hevur enn ikki endaliga staðfest, hví eldur kom í sethúsini á Stoksoyrarvegi í Klaksvík, tá ein seksti ára gamal maður, sum var í húsunum, brendi seg so mikið illa, at hann somu nátt varð fluttur á Ríkissjúkrahúsið við flogfari.

 

Jón Klein Olsen sigur, at tað eru teknikarar hjá løgregluni í Føroyum, sum hava kannað húsini, men enn fyriliggur eingin endalig niðurstøða, og framvegis verður arbeitt við at finna orsøkina.

 

Sum skilst, var tað í køkinum, at eldurin kyknaði, og seksti ára gamli maðurin var bæði roykeitraður og brendur. So mikið umfatandi vóru brunasárini, at mett var skilabest at senda mannin niður á Ríkissjúkrahúsið til viðgerðar.

 

Jón Klein Olsen sigur, at løgreglan veit einki nýtt at siga um heilsustøðuna hjá manninum, og hann veit heldur ikki at siga, hvar á likaminum brunasárini eru, og hvussu umfatandi tey eru.

 

Viðheftu mynd eigur Norðlýsið.