Eldsbruni steðgar framleiðsluni

Framleiðslan verður tikin upp aftur síðst í vikuni

Síðst í vikuni verður framleiðslan á Looknorth í Klaksvík tikin upp aftur, eftir at eldur kom í virkið á midnátt mánakvøldið.

 

Árni Skaale, stjóri á virkinum, sigur í eini fráboðan í dag, at eldur var komin í elútbúnaðin á eini maskinu, ið ger vørur úr flamingo.

 

Ein maður var til arbeiðis tá skaðin hendi. Hann ringdi beinanvegin á alarmsentralin men hevði sjálvur sløkt eldun, áðrenn sløkkiliðið kom á staði stutt eftir.

 

- Av tí at tað var borði so skjótt at, er skaðin ikki so umfatandi. Elskápið í maskinuni er brent upp, men enn vita vit ikki hvussu umfatandi skaðin er á maskinuna annars, sigur stjórin

 

Hann sigur, at nakað av royk- og sótskaða er eisini í maskinhøllini, ið má vaskast øll sum hon er, men goymslan er púra óskalað.

Hann væntar, at framleiðslan kann byrja aftur síðst í vikuni.