12 útlendskir arbeiðsmenn, sum arbeiddu í byggivinnuni í Moskva, doyðu í nátt, tá eldur kom í húsini, sum teir búðu í. Ein talsmaður fyri myndugleikarnar váttar, at menninir vóru útlendingar, men hann dugdi ikki at siga, hvørjum landi teir vóru úr.
Tað tók sløkkiliðnum tveir tímar at sløkkja eldin.
Aðrar keldur siga, at menninir vóru úr fyrrverandi sovjetlýðveldinum Tadjikistan. Keldurnar siga, at nógvir arbeiðsgevarar í Moskva brúka bíliga arbeiðsmegi úr Miðasia, og at teir fremmandu arbeiðsmenninir ofta hava sera vánalig bústaðarviðurskifti.
Hetta var annar stóreldurin í Moskva í eitt samdøgur. Í gjár var eldur í einum háhúsum, haðani hendan myndin er.