Venjarafelagið hevur valt Jón Paula Olsen sum árins ungdómsvenjara 2018. Venjarafelagið skrivar millum annað at:
- Tað er millum annað grunda á, at vit hava lagt til merkis, at hann er við í nær um øllum sum hevur við fótbólt at gera í heimbygdini. Jón Pauli Olsen er ungdómsvenjari hjá FC Suðuroy og hevur harumframt verið týðandi partur av toyminum handan nýggja tiltakið skúlafótbóltur. Jón Pauli Olsen er eisini venjari á nýstovnaða Fótbóltsakademi Føroya, umframt at hann eisini er fótbóltsvenjari á Ítróttaháskúlanum í Suðuroy. Tað kann ikki vera nakar ivi um at Jón Pauli er ein dugnaligur, evnaríkur og virkin venjari.
Heimir og Hegga eru heiðraðir
Venjarafelagið valdi eftir kappingarenda í fjør ársins venjara í Betri deildini hjá monnum, kvinnum og 1.deild monnum.
Í Betri deildini hjá monnum var ongin ivi. Her fall valið á íslandska venjaran hjá HB, Heimir Guðjónsson. Hann vann FM við heili 73 stigum, sum er met í føroyskum fótbólti. Hjá kvinnunum fall valið á Mathias Davidsen, sum førdi EB/Streym/Skála til greipuna. Í 1.deild bleiv ”Hegga” valdur til ársins venjara, eftir at hann vann deildina við ÍF. Hartil hevur Venjarafelagið valt Honnu Olsen sum ársins eldsál.