Eldroynd fyri norðurlendskar meistarar

Í kvøld fara donsku og norsku meistaraliðini undir síðsta stóra takið í royndini at sleppa upp í part millum tey stóru í Europa

Tað er ikki á hvørjum ári, at fleiri norðurlendsk fótbóltsfeløg eru umboðað í bólkaspælinum í europeisku meistarakappingini í fótbólti. Tað er lítið sannlíkt, at hetta fer at verða soleiðis í ár, men tað er framvegis møguleiki fyri tí.

Fyrsta ábendingin um, hvørjar vánirnar eru, fæst í kvøld. Tá eru fyrru uppgerðirnar í triðja innleiðandi umfari á skánni. Donsku meistararnir og norsku meistararnir skulu í eldin í kvøld.

Á pappírinum kundi tað sæð út til, at danska meistaraliðið hevur bestu kortini á hondini. AaB skal spæla ímóti litaviska meistaraliðnum FBK Kaunas. Dysturin í kvøld verður í Aalborg, og venjarin hjá AaB, Bruce Rioch, hevur peikifingurin á lofti. Hann mælir staðiliga frá at rokna við, at talan verður um uppgávu av tí slagnum, sum tað var, tá ið AaB í 2. umfari ongar trupulleikar hevði av at vinna stórsigur á heimavølli ímóti bosniska FK Modrica.

Setningurin hjá AaB í kvøld er bæði at syrgja fyri, at litaviska mótstøðuliðið einki mál fær ígjøgnum á útivølli, og síðani at syrgja fyri at skjóta eitt ella helst tvey mál. Um hesin setningurin fer at eydnast hjá AaB, so verður dysturin í Litava um fjúrtan dagar eftir fyritreytunum hjá danska meistaraliðnum. At talan verður um stóra avbjóðing hjá donsku meistarunum verður staðfest í tí veruleika, at litaviska meistaraliðið í 2. innleiðandi umfari megnaði at varpa skotska meistaraliðið og UEFA Cup vinnararnar frá síðsta kappingarári, Glasgow Rangers, úr kappingini.

Tey, sum ikki eru so troytt at ítrótti í sjónvarpinum, nú tað allan sólarkringin verður sent frá OL, hava møguleika klokkan 18.30 at fylgja við á TV3+, hvussu tað fer at roynast hjá AaB.

Vánirnar hjá norsku meistarunum eru neyvan so góðar, sum tær kunnu tykjast at vera hjá AaB. Brann úr Bergen hevur spælt seg í 3. innleiðandi umfar, og tað skal gangast væl betur, enn tað verður roknað við, um tað skal eydnast Brann at spæla seg í bólkaspælið. Mótstøðuliðið er franska Olympique de Marseille, sum fleiri ferðir hevur staðið seg væl í europeisku kappingunum.

Í fjør varð Brann meistari, men í ár hevur tað gingið minni væl. Brann er á áttanda plássi í Tippuliguni, sum telur 14 lið. Tað eru 14 stig frá áttanda plássinum og fram til oddaliðið Stabæk IL. Leygardagin tapti Brann 2-0 ímóti Strømgodset IF. Dysturin í kvøld verður í Bergen, og tað verður møguleiki at fylgja við hjá teimum, sum síggja norsku TV3 rásirnar.

Fimtan uppgerðir eru á skránni í kvøld. Umframt tær báðar við norðurlendskum ísletti, eru hinir dystirnir hesir: Sparta-Panathinaikos, Spartak Moskva-Dynamo Kyiv, Levski-BATE, Shakhtar-Dinamo Zagreb, Anorthosis-Olympiacos, Galatassary-Steaua, Juventus-Artmedia, Schalke 04-Atlético, Twente-Arsenal, Partizan-Fenerbache, Standard-Liverpool, Guimaraes-Basel og Barcelona-Wisla Kraków. Italska Fiorentina hevur longu vunnið 2-0 á heimavølli ímóti Slavia.