Eldri á Tvøroyri fingið frægari sømdir

Nú er nýtt sambýli tikið í brúk á Tvøroyri og har eru umstøðurnar frægari enn á sambýlinum, sum var

Eldrapolitikkur

Í farnu viku varð nýtt eldrasambýli á Tvøroyri tikið í nýtslu.
Tað eru eini sethúshús, sum kommunan keypti fyri einum góðum ári síðani, sum nú eru gjørd til eitt sambýli.
Hetta sambýli kemur ístaðin fyri fyribils sambýlið í húsinum hjá gamla keifútanum, sum kommunan leigaði til sambýli fyri nøkrum árum síðani.
Men har var trongligt og óarbeiðsligt og tí keypti kommunan so eini stór sethús niðanfyri verið vegin, út ímóti grótbrotinum, við frálíkum útsýni yvir fjørðin, at hava til sambýli ístaðin.
Síðani eru ymsar ábøtur gjørdar og nú tað letur upp, er talan um eina eina útreiðslu upp á 1,3 millión, sigur Jens Johannesen, formaður í sosialu nevnd hjá Tvøroyrar Býráð.
Í sambýlinum er pláss til fýra búfólk og so er eitt kamar eftir til umlætting.
Men talan er um eini stór hús, tí tilsamans er innrættaða víddin einar 350 fermetrar í tveimum hæddum. Enn er tað bara ovara hæddin, sum verður brúkt og enn er støða ikki tikin til, hvat niðara hæddin skal brúkast til.

Eina moralska skyldu
Tá ið eldrasambýlið varð tikið í nýtslu, vísti Jens Johannesen á, at ein kommuna hevur altíð ábyrgdina fyri sínum borgarum og ikki minst tá tað snýr seg um tey gomlu og veiku ið ikki longur klára seg sjálv í teirra egna heimi.
Men hann staðfesti kortini, at tað er landið ið, sum hevur skyldu til at útvega ellis-og røktarheim.
 Hesa uppgávu hevur landið ikki megnað, hóast tørvurin í mong ár hevur verið tilstaðar.
Tey eldru og gomlu hava stríðst alt lívið og tí hava vit eina moralska skyldu at verja tey og geva teimum eitt virðiligt lívskvøld. Hetta gera vit bert við at útbúgva fólk ið kunnu taka hesa arbeiðsuppgávu seg, fólk ið seta tryggleika, umsorgan og trivnað fremst, og fólk ið virða tey veiku og teirra tørv til ein innihaldsríkan og góðan gerandisdag, segði formaður í Sosialu nevnd hjá býráðnum og tí vónaði hann eisini, at hetta verður eitt gott arbeiðspláss og at búfólkini fara at trívast her sum í sínum egna heimi.




S