Eldri íslendskur trolari slær egið met

Íslendski trolarin, Örfirisey RE 4, sum er bygdur í 1988, hevur sett egið met í Barentshavinum við 1576 tonsum í 40 samdøgur.

 

Kystmagasinet.no veit at siga, at íslendski verksmiðjutrolarin, Örfirisey RE 4, herfyri sló egið met, tá teir, eftir at hava fiskað í Barentshavinum í 40 samdøgur, landaðu 1576 tons av fiski, meginparturin toskur.

Veiðan hjá skipinum henda túrin var nevniliga 46 tons meira, enn gamla metið hjá skipinum var. Sambært skiparanum, Thór Thórarinsson, byrjaðu teir túrin á Fugloyarbankanum, hagar teir komu, eftir at hava siglt í fýra samdøgur úr Reykjavík.

Men, her var vánaligur fiskiskapur, og tískil fóru teir á bankarnar út fyri Lofoten at fiska. Her gekk eftir øllum at døma munandi betur, tá Örfirisey RE 4 eftir at hava fiskað í 40 samdøgur hevði heili 1576 tons í lastini.

Sambært kystmagasinet.no er Örfirisey RE 4 bygdur í Kristiansund í 1988, og tað er íslendska reiðarríið, Brim HF, ið eigur skipið, sum sambært heimasíðuni er 65 metrar langt og 12 metrar breitt.