Eldri menn ætlaðu yvirgang í USA

Amerikanska samveldisløgreglan FBI tók í gjár fýra menn, tí løgreglan hevur illgruna um, at teir vóru í ferð við at fyrireika eina yvirgangsatsókn á amerikanskari jørð.

Løgreglan sigur, at menninir eru limir í einum hernaðarligum bólki, og at teir vóru í ferð við at gera evnið ricin, sum er eitt lívshættisligt eiturevni, og sum menninir ætlaðu at brúka í atsókn at fólki og stjórnarbygningum.

Allir menninir eru úr statinum Georgia, og allir eru amerikanskir ríkisborgarar. Tað óvanliga er aldurin, tí menninir eru ávikavist 65, 67, 68 og 73 ára gamlir.

FBI hevur í loyndum lurtað eftir fundum, sum menninir hava havt, og har hava teir millum annað tosað um dráp og eiturálop, sum skuldu máa støðið undan landsmyndugleikunum í Washington.