Eldri maður í rættin fyri siðamisbrot

Ein eldri maður var í Føroya rætti í dag, skuldsettur fyri kynsliga at hava gjørt seg inn á fleiri smádreingir.


Maðurin varð handtikin seinnapartin í gjár og var fyri grundlógarhoyri klokkan hálvgumellivu í dag, har dyrnar vórðu latnar aftur, eftir at skuldsetingarnar vóru lisnar upp.


Talan var um tríggjar skuldsetingar.


Fyrsta skuldsetingin segði, at maðurin millum januar í 2011 og mai 2013 hevði gjørt seg kynsliga inn á ein drong.


Í øðrum lagi er maðurin skuldsettur fyri at hava følt upp á nakrar smádreingir, og at hava víst teimum pornografiskt tilfar. Hetta skal vera farið fram í ár.


Í triðja lagi er maðurin skuldsettur fyri at hava hótt tveir dreingir, sum høvdu spurt hann, hví fólk søgdu hann vera barnalokkara. Hóttanirnar vóru sambært skuldsetingunum so mikið álvarsamar, at dreingirnir kendu seg hóttar eftir lívinum. Hetta hendi fyri trimum ella fýra árum síðani.


Maðurin noktaði seg sekan í øllum skuldsetingum.


Sjálvt grundlógarhoyrið verður hildið fyri afturlatnum hurðum eftir ynski frá ákæranum.