Eldri kona yvirkoyrd í Klaksvík

Og var á veg tvørtur um vegin, tá ið ein bilur koyrdi á hana


Í gjárkvøldið hendi eitt fersðluóhapp í Klaksvík, har ein eldri kona varð yvirkoyrd.

Hon var á veg tvørtur um vegin eftir einum gonguteigi mitt í Klaksvík, tá ið ein bilur rendi á hana.

 

Hon varð flutt á Klaksvíkar Sjúkrahús og haðani á Landssjúkrahúsið. Løgreglan sigur, at  hon hevur meiðslað seg og hevur onkur brot og aðrar snuddir.

 

Tá ið talan er um gonguteigar, áleggur tað bilførarum eina serliga skyldu at vera ansin, men løgreglan hevur ikki tikið støðu til um bilførarin verður skuldsettur.

Tað var myrkt og ringt sýni oh nú verður kannað, hvussu umstøðurnar vóru, hvussu gøtuljósini eru og, hvussu ljósið er við gonguteigin.