Eldri ferðaðust í Skotlandi

Eldrafelagið Nón í Runavík hevur fleri ár rað verið á ferð uttanlands. Nú Norröna er byrjað at sigla til Skotlands, gekk leiðin í ár tann vegin

Tey eldru í Runavíkar Kommunu eru sera aktiv. Á hvørjum ári verður savnað inn til uttanlandsferð, sum Eldrafelagið Nón skipar fyri. Í ár gekk leiðin til Skotlands á karavan-og slotsferiu.

Áhugin fyri ferðini var sera stórur, og tað endaði við, at tveir bussar við heili 62 fólkum settu kós við Norrönu móti Scrabster 2. juli.

Eldrafelagið spennir víða. Tey yngstu í felagnum eru fyrst í fimtiárunum, og elsti limurin í ferðalagnum var 88 ár. Tveir fyrrverandi borgarstjórar vóru eisini við á ferðini.

Ferðalagið búði í feriubýnum Embo við gamla, lítla býin Dornoch, har kenda amerikanska sangarinnan, Madonna, giftist fyri nøkrum árum síðani. Ein av vitjanunum var í gomlu kirkjuni til guðstænastu hjá sama presti, sum vígdi Madonnu og skotska mann hennara.

Eingin Skotlandsferð uttan vitjan á Loch Ness, og ein av útferðunum var sjálvandi til kenda vatnið við ódjórinum, ið skotar vita nógvar søgur um, men sum ivaleyst verður mest nýtt til at lokka ferðafólk tann vegin. Ikki tí, skotska náttúran er sera vøkur, og tað er Loch Ness, ið er næststørsta vatn í Skotlandi, eisini.

Eftir okkara mátistokki er Loch Ness við sínum 37 kilometrum til longdar og hálvum øðrum kilometri til breiddar, bæði stórt og ikki minst djúpt. Heilar 200 metrar í meðal. Nakað, sum óivað hevur verið við til at skapa søguna um ódjórið, ið fleiri enn túsund »vitni« siga seg hava sæð, síðani søgnin tók seg upp fyri meiri enn 1500 árum síðani.

Vatnið liggur tætt við Inverness, sum flestu føroyingar steðga í, um teir teir koma til Skotlands við Norrönu. Við 44.000 íbúgvum er býurin nógv tann størsti í norðasta partinum av Skotlandi. Í sambandi við ártúsundskiftið heiðraði stjórnin í London Inverness við at útnevna býin til høvuðsstað í skotska hálendinum.

 

Óhapp á slotti

Siglt varð eftir Loch Ness og farið varð á land við eitt niðurdottið slott, ið eisini hevur verið nýtt sum fongsul. Tað finnast ikki minni enn 1300 slott og borgir í Skotlandi. Eftir sightseeing-túrin á Loch Ness stóð innkeypstúrur í Inverness á skránni.

Dagin eftir varð koyrt til vestursíðuna í Skotlandi, har ferðalagið vitjaði eitt øki við urtagørðum úr 52 ymiskum londum. Millum annað úr Japan, Suðurafrika og nógvum evrpeiskum londum. Ein stór uppliving hildu tey flestu.

Og ongin vitjan í Skotlandi uttan at síggja, hvussu skotar gera tjóðardrikkin, whiskey. Ein av vitjanunum var á distellerínum, Glenmorangie, í lítla býnum Tain, sum er ein av elstu býunum í Skotlandi og bert liggur fáar kilometrar sunnanfyri Dornoch, har ferðalagið helt til flestu dagarnar.

Nakrar kilometrar norðanfyri liggur slottið Dunrobin frá 1300-talinum, ið einaferð var størsta góðs í Evropa. Jarlar og hertúgar hava átt slottið, ið liggur út móti havinum. Slottið hevur 189 rúm og ein sera vakran barokhava frammanfyri. Í dag verður slottið mest nýtt sum ferðafólkamál, har stóra attraktiónin er framsýning av tamun fuglum. Í høvuðsheitum er talan um falkar, arnir og uglar.

Seinasta dagin og náttina flutti ferðalagið inn á eitt slott, sum verður leigað út til ferðafólk. Og dagin eftir gekk túrurin móti Scrabster aftur. Á vegnum varð vitjað í fiskabýnum Wick og Thurso beint við Scabster.

Ein spennandi ferð, ið tó ikki endaði so væl fyri ein av limunum í eldrafelagnum, sum var óheppin at detta á slottinum og sláa høvdið í. Hetta kostaði kvinnuni tríggjar vikur í songini, tá hon kom aftur til Føroya. Kortini kom hon lutfalsliga væl frá óhappinum. Ferðalagið kom heimaftur 11. juli, men longu nú er virkna eldrafelagið farið at savna pening inn til næstu ferðina, sum antin gongur til Íslands ella svenska skergarðin.

Ferðin hjá Eldrafelagnum Nón gav eldrafelagnum í Fuglafirði íblástur til at fara somu rutu til Skotlands nú í august.