Eldri endin fyrstur

Ein tann elsti handilin í landinum, á Høvdanum á Strondum, er fyrstur við nýggjum handilhátti her hjá okkum. Kári Hansen, sum í dag stendur fyri handlinum, ið sum tann fyrsti er farin at selja á internetinum

Nethandil

Strondum:
Hevur tú ikki hug at standa í langari bíðirøð í einum handli eftir arbeiðstíð, ber til at seta teg við telduna og fáa tað, tú skalt brúka, sent heim eftir arbeiðstíð. Tí syrgir hansen.fo fyri.
Í einum litlum rúmi, umgyrt av pakkum við súreplajuice, blæum og tebrøvum, aftalaga i handilhølunum á Strondum situr ein ungur maður við eini teldu og nøkrum seðlum, sum hann júst hevur skrivað út úr prentaranum.
Hann er í ferð við at avgreiða dagsins internetordrar, sum skulu koyrast út til kundarnar í kvøld. Og hann arbeiðir við hesum burturav, Hans Martin.
Hetta er nýggjur handilsháttur, sum væntandi fer at verða alt meira vanligur um ikki so langa tíð, heldur handilsmaðurin Kári Hansen, á Strondum.
Einaferð seinasta heyst fór Kári Hansen undir at royna internethandil við matvørum og øðrum vanligum brúksvørum.
Byrjað vað í smáum, líkasum fyri at royna, hvussu tikið for at verða í móti hesum nýggja handilsháttinum.
?Eg má siga, at tað hevur eydnast væl betri enn væntað, sigur Kári Hansen. So væl, at vit í dag hava sett ein mann burtur av at taka sær av internethandlinum.
Hóast handilin hjá Kára er á Strondum, vísir tað seg, at tað fyri ein stóran part eru havnarfólk, sum brúka hendan handilsháttin.
Hvørjum tað kemst av, er ikki gott at vita, sigur Kári Hansen, sum kortini heldur seg vita, at tað stutt og greitt er tí, a tí Havn sita flest fólk dagliga við telduna. Tey hava so møguleikan at biða um tað, tey skulu brúka, og fáa tað koyrt ókeypis til dyrnar, stutt eftir, at tey eru komin heim frá arbeiði.
Tað er soleiðis, greiðir Kari Hansen frá, at tað, sum umbiðið verður áðrenn klokkan 15.00 seinnapart, verður koyrt út eftir klokkan 18.00 sama kvøld. Koyrt verður allastaðni, har koyrandi er av Strondum. Tað vil siga í Eysturoy og Streymoy. Og so skundar Kári Hansen sær at legja afturat, at skjótt fáa vágafólk eisini sama møguleika.
Tað er sjálvandi eitt sindur langt at fara av Strondum til Havnar, har flestu kundarnir eru. Men Kári Hansen sigur, at tað verður væntandi ikki so leingi, at tða verður neyðugt. Sum gongdin hevur verið, hevur hon gjørt at arbeitt verður við at fáa eina goymslu í Havn, haðani vørur so verða koyrdar til teir kundar, sum búgva um ta leiðina.
Gjaldshættirnir eru ymiskir, og skulu avtalast, samstundis, sum bílagt verður. Gjaldast kann við flyting, korti ella kontant. Verður ynskt at gjalda kontant, hevur handilsmaðurin vekslipening við. Um kundin ætlar at gjalda við korti, er tað heldur eingin trupulleikki, tí í dag eru »terminalarnir mobilir.« Tað vil siga, at teir eru knýttir at fartelefonnetinum. Jú, framtíðin er komin í meira enn aldargamla handilin á Høvdanum.