Á eldrasambýlinum á Skála búgva tíggju fólk. Hesi liva í løtuni í óvissu, tí heim teirra er nú lýst at verða selt á tvingsilssølu. Orsøkin til tvingsislsøluna er, at Starnda og Skála kommuna ikki kunnu gerast samdar um ognarviðurskiftini.
Hóast eldrasambýlið nú verður lýst á tvang, halda hvørki starvsfólkini á sambýlinum ella formennirnir í báðum kommununum, at sambýlið fer at lata aftur. Ætlanin er nevniliga, at Skála kommuna skal keypa sambýlið aftur. Tó verður møguleikin fyri, at onkur annar keypir húsið til heilt onnur endamál ikki heilt útihýstur, men Skála kommuna vónar, at hon verður keyparin av sambýlinum, so tey gomlu framhaldandi kunnu verða búgvandi.