Eldraøkið
Í vikuni varð eldrasambýlið, sum Gøtu kommuna letur byggja í Norðragøtu, reist.
Í hesum sambandi skipaði kommunan mikukvøldið fyri drekkamunni fyri teimum, sum á ymiskan hátt eru knýtt at byggingini. Drekkamunnurin var í Glyvra Hanusar húsi í gomlu bygdini í Norðragøtu.
Haldóra Ranghamar, bygdaráðsformaður í Gøtu kommunu, sigur, at upprunaliga ætlaði kommunan bert at gera ovaru hæddina lidna fyrst, men síðan hevur kommunan samtykt, at alt húsið skal gerast liðugt undir einum.
- Í ovaru hæddini verður pláss fyri 10 búfólkum, og í niðaru hæddini verður pláss fyri 6 fólkum. Í niðaru hæddini verða eisini hølir til teir aktivitetir, sum eru í Gøtubráð í dag.
Haldóra Ranghamar væntar, at eldrasambýlið í Norðragøtu stendur liðugt at taka í nýtslu um mánaðarskiftið, august/september komandi ár, og metti kostnaðurin av byggingini verður einar 13-14 milj. krónur.









