Á hugnaløtu sum Eldraráðið í Klaksvík skipaði fyri 7. september 2013, var m.a. avdúkað, hvør vann kappingina um nýtt búðmerkið til Eldraráðið i Klaksvík.
Vinnarin av búmerkjakapingini gjørdist Herdis Elisabeth Bjarnadóttir úr Viðareiði. Hon fekk 3.000 krónur sum Klaksvíkar Kommuna hevði latið.
Búmerkið sum Herdis Elisabeth hevur tegnað, ímyndar eina blómu og eitt fingramerkið. Blóman ímyndar, at tey eldru eru ein virkin partur av nærumhvørvinum.
Fingramerkið ímyndar, at tey eldru í Klaksvík seta sítt fingramerkið á nærumhvørvið, og vísir, at tey eldru hava sett sítt fingramerkið á fortíðina og framtíðina.
Nr. 2 bleiv Rói Winthereig úr Skopun. Hann fekk gávubræv frá Leivur Ellingsgaard á 2.000 kr.
Í dómsnevndini sótu Edward Fuglø, listamaður, Elsa Olsen, MSc í International Marketing Management, Jóhan Lutsen, umboð fyri Klaksvíkar Kommunu, og Martia Matras, umboð fyri Eldraráðið í Klaksvík.