Eldrapolitikkur orðaður

Landsstýrismaðurin í Almannamálum, Annika Olsen, greiddi landsfundinum frá tí arbeiði, ið er farið fram síðani hendan samgongan tók við fyri einum ári síðani

Hon segði, at tað var ikki nøkur hugalig uppgáva at fara undir sum almannaráðharri at spara 200 milliónir krónur eftir fýra árum. Og í 2013 skuldu sparast heilar 52 milliónir krónur, harav tær 33 skuldi fáast til vega við at hækka pensjónsaldurin.
Tað vísti seg tó skjótt, at ikki bar tikl at fara so drastiskt til verka við pensjónsaldrinum, og tí varð hendan hænnanin skotin út.
Reformar innan almannaøkið hava síðani merkt, at í staðin fyri at spara 200 milliónir krónur komandi fýra árini, skulu nú í staðin sparast 118 milliónir.
Ein heilt ítøkiligur reformur, sum longu er framdur, er arbeiðsmarknaðarreformurin, sum Annika Olsen sigur er størsti arbeiðsmarknaðarreformur í nýggjari tíð.
Úrslitið av hesum reforminum er lógin um arbeiðsfremjandi tiltøk sum skal tryggja, at fólk við avmarkaðum arbeiðsførleika skulu kunnu varðveita sítt arbeiði, samstundis sum fólk við avmarkaðum arbeiðsførleika lættari skulu fáa atgongd til arbeiðsmarknaðin.
Arbeitt verður í løtuni við at seta á stovn eitt barnahús, ikki sum ein ítøkiligur bygningur, men sum eitt forum, ið skal hjálpa børnum, sum eru útsett fyri kynsligum ágangi. Talan er um eitt samstarv millum heilsusektorin, politi og aðrar viðkomandi instansir. 500.000 krónur eru settar av til hetta endamál.
Eitt annað, sum hevur verið at arbeitt við, er at orða ein eldrapolitikk, og hetta arbeiði er nú liðugt og er klárt at leggja fyri Løgtingið fyrst í komandi ári. Endamálið hjá almannamálaráðharranum er, at eldraøkið kann leggjast út til kommunurnar í 2014.