Eldraøkið: Vit eru øgiliga stolt

Øll eru samd um, at støðan er batnað

Hjá okkum passar alt upp á oyrað, sigur Jóhan Christiansen, í miðjuni, við Tórbirni Jacobsen, borgarstjóra í Runavík, vinstrumegin á myndini, og Rósu Samuelsen, borgarstjóra í Vága Kommunu, høgrumegin

- Øll eru samd um, at síðani kommunan yvirtók eldraøkið, er støðan batnað. Og tað eru vit øgiliga stolt av.

Jóhan Christiansen, borgarstjóri í  Eysturkommunu, sum er í samstarvi við Fuglafjarðar Kommunu um eldraøkið, letur væl at støðuni í eldraøkinum, síðani kommunurnar yvirtóku tað.

Annars hava aðrir borgarstjórar átalað, at endurgjaldið frá landinum røkkur ikki til, og tí má ta hækkast.

Eysturkommuna og Fuglafjarðar kommuna hava stovnað eldrasamstarvið, Nánd, og Jóhan Christiansen sigur, at hjá teimum passaði endurgjaldið frá landinum upp á oyrað.

- Útreiðslurnar passaðu akkurát upp á oyra í 2015, og tað sama ger seg galdandi í 2016, staðfesti hann á fundi um eldraøkið, har støðan varð gjørd upp, nú kommunurnar hava umsitið økið í eitt ár.

Hinvegin vísir hann eisini á, at tey hava skipað eldraøkið av nýggjum, eitt nú hava tey lagt heimarøkt og sjúkrarøkt saman og sett leiðara fyri tað. Samstundis hava teyu lagt stóran dent á at fólk skulu búgva heima sum longst.

Tey hava eisini keypt fimm bilar til økið, tey hava sett leiðara á hvørjum stovni, umframt at deild fyri minnisveik er sett á stovn og nú fara tey eisini undir fyribyrgjandi venjingar.

Hann sigur, at tá ið kommunan yvirtók økið, løgdi til merkis, at starvsfólki vóru útbrend, og tí settu tey onkur starvsfólk afturat, og samstundis vórðu skipanir broyttar.

Tað gjørdi mun beinanvegin. Í dag eru 80-100 starvsfólk í Nánd, tey hava trý heim, har fólk búgva, umframt dagtilhald og deild fyri minnisveik.