Um alt gongur eftir ætlan, so fara kommunurnar at yvirtaka eldraøkið 1. januar 2015.
Magnus Rasmussen, borgarstjóri sigur, at tað eru ikki allir býráðslimir, sum eru eins fegnir um, at lógin er sett í gildið, at eldraøkið skal yvirtakast 1. januar. Hann leggur tó herðslu á, at royndirnar higartil hava víst, at tað, sum kommunurnar hava yvirtikið frá landinum hevur víst seg at ganga væl, og hevur tænt borgarunum.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr prátið við Magnus Rasmussen, sum var í sendingini, sum var í Runavíkar-sendingini hjá Rás2 í dag.










