Miðlahúsið setir í hesum vikum sjóneyka á eldraøkið. Hendan greinin er partur av tí átakinum. Í Vikuskiftis-Sosialinum, Sosialinum mánadagin og her á in.fo komandi dagarnar, ber til at lesa meira um evnið.
Á Boðanesheiminum í Tórshavn mugu starvsfólkini ganga skjótt. Hvør at teimum hevur nevniliga fýra búfólk hvør, ið tey hava ábyrgdina av og skulu hjálpa á ymiskan hátt.
Miðlahúsið hevur spurt forkvinnuna í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Óluvu í Gong, um tað er ein nøktandi støða fyri búfólk og starvsfólk.
- Tað er trupult at svara uppá, tí man kann ikki ordiliga seta tað upp soleiðis. Tað sum er avgerandi er í hesum er røktartyngdin, sigur Óluva í Gong og greiðir víðari frá.
- Um tú hevur fýra búfólk, ið hava ein rímiliga lættan røktartørv, so er tað nokk fínt. Men um tú hevur fýra búfólk yvir eitt longri tíðarskeið, og tey eru øll vorðin ordiliga illani fyri, so kann tað verða alt ov nógv arbeiði. Harumframt eru fakligir førleikar hjá starvsfólkunum eisini ávirkandi fyri, hvussu nógv búfólk eitt starvsfólk kann ansa.
Forkvinna fyri føroyskar sjúkrarøktarfrøðingar leggur tó áherðslu á, at talan aldrin er um eitt lætt arbeiði.
- Tað er ymiskt hvussu røktartyngdin er, men eg fari aldrin at siga, at tey sum arbeiða á røktarheimum hava eitt lætt arbeiði, tí tað hava tey ikki. At tey hava ov lítið at gera hendir sjáldan, men at tey hava ov nógv at gera, tað kemur oftani fyri.
Harvið er greitt, at tað er torført at seta eitt endaligt tal á, hvat besta býtið hevði verið millum starvsfólk og búfólk. Tað merkir tó ikki, at man ikki hevur roynt.
- Tað hevur eisini víst seg, at vera torført at gera ein býtislykil, og í Norðurlondum hevur man arbeitt eftir ymiskum leistum, uttan at koma til eina endaliga niðurstøðu.
Størsti trupulleikin tykist tó at vera politiska skipan og myndugleikarnir.
- Hinvegin veit eg heldur ikki, um politiska skipanin og heilsumyndugleikarnir eru áhugaðir í einum endaliga býtislykli, tí tað bindir myndugleikarnar at tryggja hvussu nógv starvsfólk skulu vera í eldraøkinum. Vit fakfeløg arbeiða við hesum hugtøkunum, men man hoyrir aldrin myndugleikarnar brúka tílík sum býtislykil.

Eldraøkið: Myndugleikarnir ikki áhugaðir í eini loysn





