Eldraøkið má fáa eina eykajáttan upp á 6,2 milliónir afturat í ár, annars verður neyðugt at seta ógvusligar sparingar í verk beinanvegin.
Tað vísa nýggjar metingar hjá Almannamálaráðnum
Og Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, sigur, at hetta er eitt mál, hon fer at arbeiða við beint eftir ólavsøku.
Seinastu árini hevur játtanin til eldraøkið ikki fylgt við prís- og lønarvøkstrinum og tískil er økið munandi skert.
Og heldur ikki í ár játtaði samgongan nóg mikið av pengum til økið, hóast nógvar ítøkiligar ávaringar um, at avleiðingarnar fóru at verða vanlukkuligar.
Ógvusligu sparitiltøkini á eldraøkinum, fingu í vár samgonguna til at játta økinum eina eykajáttan á góðar fýra milliónir.
Men allir partar vóru greið yvir, at hetta fór bara at taka broddin av sparingunum.
Samstundis boðaði Annika Olsen frá, at tey fóru at brúka summarið til at kanna lýsa støðuna á eldraøkinum.
Úrslitið av teimum kanningum skuldu so vera avgerðandi fyri, um hon fer at royna at útvega eldraøkinum eina eykajáttan afturat í ár.
- Hon hevur eisini boðað frá, at vísir tað seg at vera neyðugt, má eldraøkið fáa eina eykajáttan.
Annika Olsen sigur, at nú, at tey eru komin rættiliga væl áleiðis við kanningunum
- Úrslitið er, at soleiðis sum støðan er nú, skal eldraøkið hava 6,2 milliónir afturat, bara fyri at vera á sama stigi, sum tað er nú.
- Tað merkir, at verður eykajáttanin ikki latin, má eldrarøktin undir umfatandi sparingar upp á seks milliónir, tað, sum eftir er av árinum.
Útrokningarnar hjá Almannamálaráðnum vísa, at heimarøktin hevur brúk fyri tveimum milliónum fyri at sleppa undan fleiri sparingum í ár og ellis- og røktarheimini hava brúk fyri 4,2 milliónum.
Annika Olsen sigur, at hon hevur kunnað landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen, um málið og hon sigur, at somuleiðis hevur hon greitt løgmanni frá støðuni.
-Teir skilja støðuna, sum hon málber seg.
Beint eftir ólavsøku fer hon at senda eina umbøn um eykajáttan til Fíggjarmálaráðið.
Tískil ætlar landsstýriskvinnan at leggja eitt uppskot um eykajáttan til eldraøkið fyri Løgtingið beint eftir ólavsøku.
Annika Olsen sigur, at øll eykajáttanin skal markast til sjálva røktina og hon skal ikki brúkast til umsiting.