Eldramál á breddanum í Miðvági

Bæði landsstýriskvinnan í almannamálum og forkvinnan í Trivnaðarnevndini hjá løgtinginum vera við, tá støðan í eldrarøktini verður viðgjørd á almennum fundi í Miðvági í kvøld.

 

Støðan innan eldraøkið hevur verið á breddanum síðani umfatandi sparitiltøk vóru fráboðað í vár. Burtur úr tí spretti felagsskapurin Eldramálið, hvørs endamál er at varpa ljós á viðurskiftini hjá okkara eldru borgarum, ið hava tørv á hjálp frá samfelagnum, umframt avvarandi teirra.

 

Fundurin í kvøld fer at viðgera rættindi og minsta krav í samband við røkt. Eisini verður komið inn á viðurskiftini hjá starvsfólkunum, sum starvast í heimarøktini.

 

Skráin fyri fundin, sum verður í bygdarhúsinum í Miðvági klokkan 19 í kvøld, er hendan:

 

- Óluva Vilhelmsen, sjúkrarøktarfrøðingur: Rættindi og minsta krav í sambandi við røkt

 

- Starvsfólk í heimarøktini: Tí flýggja starvsfólk úr heimarøktini

- Avvarðandi hjá heimarøktsbrúkara: Um heimarøktin virkaði, so hevði ”Sum longst í egnum heimi”  verið veruleiki

- Halldis Joensen, forkvinna í Alzheimersfelagnum: Normeringar í sambandi við demens

- Rósa Samluelsen, forkvinna í Trivnaðarnevnd løgtingsins: Kanning gjørd í Vágum ”Ynski hjá eldri í samband við ellisárini”

- Kjak

- Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, tekur saman um.