Eldraíbúðir á veg

Sum forkvinna í sosialu nevnd í undanfarna býráði stríddist eg fyri at fáa fleiri røktarheimspláss í Tórshavnar kommunu. Miðvíst og drúgvt politiskt arbeiði gjørdi tað møguligt at seta hakan í byggingina av Boðanesheiminum í 2010, heimið stóð liðugt í 2012 til stóra gleði fyri tey mongu, ið tá tørvaðu røktarheimspláss.

 

Øllum var tá greitt, at næsta stig var at fáa til vega eldravinarligar íbúðir, so at tey, ið enn kunnu búgva heima við røktarstuðli frá heimatænastuni, hava eitt alternativ til røktarheim. Allar kanningar siga, at tey eldru vilja búgva heima, og uppgávan er tá at gera nýggja heimið hóskandi til umstøðurnar.

 

Hetta er eisini boðskapurin, sum býráðið fyri kortum fekk í sambandi við frágreiðing um framtíðartørvin á eldraøkinum. Vit hava í Tórshavnar kommunu longu sum er lutfalsliga nógv røktarheimspláss samanborið við Norðurlond, men vit hava als einki alternativ so sum eldraíbúðir.

 

Eldraíbúðir á Óðinshædd

Eldravinarligar íbúðir ella íbúðardeplar við heimatænastu gera tað møguligt eisini hjá hjúnum at liva og búgva saman. Í fleiri førum er tað tann eini, sum hevur brúk fyri hjálp, meðan hin klárar seg væl. Hesin kann saman við heimatænastu verða týðandi stuðul bæði í mun til húsarhald, sosiala samveru og trygd, men har húsini ikki eru hóskandi til teirra støðu.

 

Í býráðnum hava vit nú samtykt at broyta byggisamtykt fyri eitt vinnuøki á Óðinshædd. Bústaðir hevur møguleika at ogna sær hesi vinnustykki, og við broyttu byggisamtyktini ætlar Bústaðir at byggja eldraíbúðir. Ætlandi fara Bústaðir og kommunan undir verkætlanarfyrireikingar nú beinanvegin.

 

Kanska hetta kann gerast ein íbúðardepil, har til ber at hava fleiri felagsfunktiónir bæði útiøkið og felagshús, har til ber at eta saman, hava samkomur, ítriv, venjingar v.m.

Sum kommununa við ábyrgd av eldrarøktini eiga vit at tryggja slíkar íbúðarloysnir og valmøguleikar. Hetta er til fyrimun fyri tey eldru, hetta er til fyrimun fyri kommununa.

 

Halla Samuelsen, býráðslimur og valevni Javnaðarfloksins til Tórshavnar Býráð.