Føðingardagur
Eldrafelagið Nón, sum hevur heimstað í Saltangará og eigur felagshøli í Torvgøtu 2, fyllir 20 ár sunnudagin 16. september.
Í sambandi við føðingardagin skipar felagið fyri føðingardagsveitslu, sum byrjar í Sjókaféini í Runavík leygarkvøldið klokkan 19.
Amy Djurhuus, formaður, sum saman við Elisabeth Hammer, næstformanni og nevndini annars stjórnar eldrafelagnum, sigur, at fleiri enn 100 fólk verða við á veitsluni.
- Veitslan er í fyrsta lagi fyri limir, men vit hava eisini bjóðað umboðum fyri onnur eldrafeløg við, eins og umboðum fyri kommununa og landsstýrið.
Amy Djurhuus sigur, at Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, verður millum gestirnar leygarkvøldið.
Tað var Arbeiðarafelagið Hæddin, sum upprunaliga tók stig til at stovna eldrafelagið, og í fleiri ár helt felagið til í felagshølunum hjá teimum.
- Vit hava tí eisini bjóðað umboðum fyri Hæddina at verða við til føðingardagsveitsluna, sigur hon.
Á veitlsuni verður asparges-suppa, lambskjøt og desert oman á, og seinni verður kaffi og køkur at fáa.
Amy sigur, at skipað verður fyri undirhaldi á kvøldinum, og hesum kemur Sámal Petur í Grund at taka sær av.
- Vit fara eisini at hava guitara og harmoniku við, og sum heild verður nógvur sangur á kvøldinum.
Seinni verður so eisini dansur, har Jónsvein Olsen og Símun Joensen fara at spæla og syngja.
Eldrafelagið Nón hevur út við 200 limir, felagið eigur góð felagshøli, og á hvørjum ári verður skipað fyri eini uttanlandsferð fyri limirnar.
- Á ferðini í Skotlandi í summar vóru vit 62, sigur Amy Djurhuus, formaður, sum hevur verið í nevndini í eini 12 ár, harav fleiri ár sum næstformaður og seinastu seks árini sum formaður.










