Í gjár - 26. mars - varð Eldrafelagið í Eiðis kommunu fimm ár.
Hetta verður hátíðarhildið, tí leygardagin 29. mars klokkan 19 verður EB-húsið karmur um fimm ára dagin, har Edvard í Skorini Joensen leggur leiðina fram við og verður gestarøðari.
Forkvinnan í Eldrafelagnum, Elisabeth Ellingsgaard, fer at greiða frá um søgu felagsins, og hon fer eisini at hava hava myndasýning. Harumframt verður felagssangur undir leiðslu av Ellinti og Páll, og kaffi og køkur verður at fáa.
Eldrafelagið í Eiðis kommunu húsast annars í sera snotiligum og hugnaligum sethúsum á Brekkuvegi á Eiði.
- Síðani felagið varð sett á stovn, hava sjálvboðin gjørt nógv við húsini, bæði uttan og innan. Húsið verður væl vitjað, og her hittast fólk regluliga hvønn mánadag og hósdag í vetrarhálvuni.
Á heimasíðuni hjá Eiðis kommunu verður sagt, at á skránni mánadagar og hósdagar er nógv, bæði prát, felagssangur, myndasýning, fyrilestrar, fyrireiking til útferðir og sjálvandi tað siðbundna, sum er heimabakaðar køkur aftur við kaffimunni.