Fyri trimum árum síðani keypti Tórshavnar býráð eina trøð Yviri við Strond við tí endamáli, at nýta alla trøðna til eldraøki Býráðið hevur lýst í bløðunum, bæði føroyskum og útlendskum, við hesi verkætlan, eftir fyritøkum, sum kunnu standa fyri projektering, ráðgeving og eftirliti. Fleiri fyritøkur hava víst áhuga, og býráðið hevur valt út fimm fyritøkur, sum tað nú verður samráðst við.
- Tað eru bæði føroyskar og útlendskar fyritøkur millum tær fimm, men føroysku fyritøkurnar hava neyvan neyðugu orkuna til einsamallar at standa fyri hesi stóru verkætlan, sigur Heðin Mortensen.
Talan er um eina ógvuliga umfatandi verkætlan, sum verður framd í einum, men kortini í trimum byggistigum.
- Talan er um eldraíbúðir, røktarheim og ellisheim. Byrjað verður har tørvurin er størstur, og tí verður fyrsta byggistig røktarheim. Síðani verður ellisheimið bygt, áðrenn farið verður undir eldraíbúðirnar, sigur Heðin Mortensen.
Hetta skal verða nýhugsan innan eldraøkið og eitt alternativ til traditionella bygging.
- Tað skal verða annnað og meiri enn bara ein betongklumpur, slær Heðin Mortensen fast.
Og tað skal heldur ikki drálast.
- Skjøtil skal verða settur á í hesum valskeiðinum. Tað hava vit lova, og tað fara vit at halda, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.










