Eldradagur í Fuglafirði

Í morgin verður skipað fyri Eldradegi í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, har pensjónistar úr øllum landinum - limir í feløgum ella ei - eru vælkomnir.

Tað er felagið í Fuglafirði, sum saman við Landsfelag Pensjónista, ið skipar fyri.

Pensjónistar hava havt høvi at teknað seg til tiltakið, og sum Portalurin skilir, hava umleið 250 pensjónistar kring landið boðað frá luttøku.

Dagurin í Mentanarhúsinum í morgin byrjar klokkan 9 og endar klokkan 17. Á skránni fyrrapartin er eitt nú morgunmatarborð, manskórið Vega syngur, og Frits Johannesen heldur røðu.

Eisini verður túrur gjøgdur í Fuglafirði, har vitjað verður eitt nú í Høvdahúsinum, Bókasavninum og í Piddasahandli, eins og vitjað verður á Bergfrost, har rundvísing verður.

Um middagsleitið verður døgurði, og seinnapartin syngur Fuglafjarðar Sangkór.

Seinnapartin verður eisini kaffi, sangur og prát, og Pól Jakku fer at spæla á harmoniku.

Eldradagurin í Mentanarhúsinum í Fuglafirði endar við, at formaðurin í Landsfelag Pensjónista, Arne Thorsteinson, sigur nøkur orð.

Pensjónistafeløg kring landið skipa fyri flutningi, og eitt nú hevur felagið í Havn skipað so fyri, at bussur fer úr Steinatúni í Havn klokkan 07.45 - og úr aftur Fuglafirði klokkan 17.