Í Danmark hækkar livialdurin nógv skjótari, enn roknað varð við fyri bara fáum árum síðani, og tað gevur størri fíggjarligar trupulleikar.
At fólk liva longri ger, at tað verða uppaftur fleiri eldri samanborið við fólk í arbeiðsførum aldri. Tað er niðurstøðan í einari frágreiðing, sum teir óheftu búskaparvísmenninir í Danmark løgdu fram fyrr í vikuni.
Formaðurin í vælferðarnevndini hjá stjórnini, professarin Torben M. Andersen, gevur vísmonnunum rætt.
-Vit vóru helst ov varnir, tá vit gjørdu okkara metingar. Tað, sum vit væntaðu fór at koma um nøkur ár, kemur fyrr, enn vit mettu, og tað ger teir fíggjarligu trupulleikarnar so mikið størri, sigur Torben M. Andersen við JyllandsPostin.
Í einari roynd at tálma avleiðingunum av eldrabylgjuni hevur Fólkatingið broytt aldursmarkið fyri, nær fólk kunnu fara frá við eftirløn, samstundis sum fólkapensjónsaldurin verður hækkaður. Tað hendir frá 2019 til 2027, soleiðis at tá verður eftirlønaraldurin 62 ár og fólkapensjónsaldurin 67.










