Nógv forvitnisligt verður á skránni í Klingruni í Norðurlandahúsinum komandi mikudag, tá ið Eldraárið verður sett. Landsstýriskvinnan í almanna- og heilsumálum, Helena Dam á Neystabø, setir Eldraárið.
Umboð fyri Landsfelag Pensiónistanna, Tómas Tómasson, og umboð fyri Eldraráð Føroya, Símin Pauli Poulsen, siga nøkur orð. Bartal Kass, formaður í nevndini, ið hevur fyrireikað Eldraárið í Føroyum, kunnar um Eldraárið. Tónleikur og felagssangur eru eisini á skránni.
Í sambandi við Altjóða Eldraárið hevur landsstýriskvinnan í almanna- og heilsumálum sett eina fyrireikingarnevnd at fyrireika og samskipa tiltøk í árinum. Í henni sita sjey fólk. Formaður er Bartal Kass, Sigvald Kristiansen er næstformaður, Kára Didriksen er skrivari. Hini eru Gerda Absalonsen, Tómas Tómasson, Poul Jákup Thomsen og Kristjan Árnason.
Eitt av endamálunum við Eldraárinum er at lýsa og fáa í lag kjak um leiklutin og støðuna hjá eldra ættarliðnum. Fyri at lýsa evnið verður skipað fyri kvøldsetum, fyrilestrum, kjakfundum, eldradøgum, greinarøðum og øðrum. Ein uppgávan verður at benda almenninginum á viðurskiftini hjá eldri borgarum í føroyska samfelagnum og ítøkiligt gera vart við, hvussu bøtast kann um og menna livikor og lívsdygd.
Skal lýsingin av Eldraárinum gerast fjølbroytt og viðkomandi er umráðandi, at allir bólkar við tilknýti og áhuga fyri viðurskiftunum hjá eldri borgarum, tað veri seg pensjónistafeløg, almennir myndugleikar, heimarøktin, ellis- og røktarheim og onnur, koma við hugskotum og taka ein virknan lut í tiltøkum í sambandi við Eldraárið í Føroyum. Umráðandi er, at hetta árið ikki kemur at standa einsamalt, men heldur verður byrjanin til eitt framhaldandi breitt samstarv millum feløg, myndugleikar og stovnar, soleiðis, at samfelagið og tey, ið mynda okkara samfelag, sum heild koma at kenna og virða støðuna hjá eldra ættarliðnum, sigur fyrireikingarnevndin.










