Turið Kjølbro
Eitt av endamálunum við Eldraárinum er at lýsa og fáa í lag kjak um leiklutin og støðuna hjá eldra ættarliðnum. Skipað verður fyri kvøldsetum, fyrilestrum, kjakfundum, eldradøgum, greinarøðum og øðrum. Ein uppgávan verður at benda almenninginum á viðurskiftini hjá eldri borgarum í føroyska samfelagnum og ítøkiligt gera vart við, hvussu bøtast kann um livikor og lívsdygd.
Skal lýsingin av Eldraárinum gerast fjølbroytt og viðkomandi, er umráðandi, at allir bólkar við tilknýti og áhuga fyri viðurskiftunum hjá eldri borgarum, tað veri seg pensjónistafeløg, almennir myndugleikar, heimarøktin, ellis- og røktarheim og onnur, koma við hugskotum og taka ein virknan lut í tiltøkum í sambandi við Eldraárið í Føroyum.
- Umráðandi er, at hetta árið ikki kemur at standa einsamalt, men heldur verður byrjanin til eitt framhaldandi breitt samstarv millum feløg, myndugleikar og stovnar, soleiðis, at samfelagið og tey, ið mynda okkara samfelag, sum heild koma at kenna og virða støðuna hjá eldra ættarliðnum, sigur fyrireikingarnevndin av Eldraárinum.
Myndatekstur: Tey, ið fyrireika Eldraárið, eru Kristjan Árnason, Kára Didriksen, skrivari, Sigvald Kristiansen, næstformaður, Bartal Kass, formaður, Gerda Absalonsen, Tómas Tómasson, og Poul Jákup Thomsen










