Nú skal Bú- og Heimatænastan í Suðuroynni yvirtaka øll eldrasambýlini í oynni, tí í gjárkvøldið samtykti stýrið at keypa hesi eldrabýlini fyri góðar 50 milliónir.
Umframt at yvirtaka Hamragarð og sambýlið í Vági og í Hvalba, hevur Bú- og Heimatænastan í Suðuroy eisini samtykt at keypa eldrasambýlið við Sílánna á Tvøroyri, sum er privatogn.
Pengarnir verða rindaðar kommununum næstu 15 árini, men keypsprísurin fyri sambýlið við Sílánna verður goldin beinanvegin.
Mikkjal Sørensen, borgarstjóri í Porkeri, er formaður í Bú- og Heimatænastuni. Trýst á pílin undir myndini, fyri at hoyra samrøðu við Mikkjal Sørensen.